140x140

Perfluorerað evni

PFOS, PFOA og onnur  

Nýtslan av perfluoreraðum evnum er tengd at teirra eginleikum at evna til slættar, vatn-, feitt- og skitt skýggjandi yvirflatur.
 

 

Hvar finna vit vanliga perflourerað evni?

  • Impregnering
  • Klæðum (frítíðarklæðum) - les meira her
  • Teppum
  • Máling og lakki - les meira her
  • Teflonlagi í grýtum og steikipannum
  • Eldsløkkingarskúmi

Evnini finnast eisini í lutum, sum verða brúktir á verkstøðum og í elektronikkídnaðinum.


Hópast upp í náttúruni

Perfluorerað evni eru spjadd víða um í umhvørvinum, og evnini eru funnin aftur m.a. í Arktis. Evnini hava tað til felags, at tey eru sera haldgóð. Tað merkir at tey verða spakuliga ella als ikki brotin niður, og tá ið tey umskapast kunnu tey verða umbroytt til evni, sum nærum ella als ikki kunnu brótast niður.
Dømi um slík seint niðurbrótilig evni eru perfluoroktansulfonat (PFOS) og perfluoroktansýra (PFOA).
 

PFOS verður ikki brotið niður í náttúruni, og hópast tí upp. Tað er eitrandi og órógvar nøringina.
Nýtslan av PFOS og av evnum, sum kunnu brótast niður til PFOS, er minkað seinastu árini.

 

Eginleikarnir við PFOA eru enn ikki væl lýstir, men umframt at tað seint verður brotið niður í náttúruni, er illgruni um, at tað kann órógva nøringina og elva til krabbamein.
 

Lóggáva um  perfluorerað evni er ávegis ymsa staðni í heiminum, og verða tey møguliga skift út við onnur innan nøkur ár. ES hevur avgjørt at tálma nýtsluna av PFOS (direktiv 2006/122/EF).

 

Hygg í vørulýsingina

Næstan allar vørur, ið innihalda PFOS og PFOA vanta vørulýsing. Um vøran hevur vørulýsing, so kanst tú hyggja eftir:
 

Perfluoroktansulfonat
Perfluoroktansyre
PFOS
PFOA


Spyr eftir minni vandamiklum valmøguleikum 

Tað er enn einki, sum bendir á, at perfluorerað evni elva til bráðfeingis heilsuvanda. Tí er ikki neyðugt hjá fólki at koyra vørur, t.d. útiklæði, sum eru vætuværd við perfloreraðum evnum, burtur. Tað er tó av stórum týdningi, at perfluorerað evni ikki framhaldandi hópast upp í náttúru, djórum og fólki.
 

Fólk kunnu gera sítt til at minka um nýtsluna við at spyrja, um vøran tey keypa, inniheldur perfluorerað evni og spyrja eftir minni umhvørvisskaðiligum valmøguleikum.
 

 

 

 

Vit tú vita meira?
Um tú hevur spurningar um kemisk evni í vørum, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400 ella skriva til okkara á us@us.fo

 

Perflourerandi evni